RL VALNØT 31 cm

69,00 kr  við MVG

51 á goymslu

Lýsing

Fantasy Rammen
Fantasy Rammen er ment av Henriki Madsen, sum í yvir 30 ár hevur arbeitt innan innrammingar vinnugreinina umframt grafiska heimin. Henrik hevur nógvar royndir innan menning av rammum til m.a. listasøvn, listafólk og onnur við eldhuga fyri at sýna fram myndir og list á ymiskan hátt.
Fyri umleið tveimum árum síðani fekk Henrik hugskotið at menna eitt nýtt slag av rammum, ella rammulistum, sum vit kalla tað. Drívmegin, sum lá aftanfyri, var ynskið um at betra um góðskuna og økja um úrvalið av rammulistum á marknaðinum.
Góðska hevur frá byrjan verið eitt lyklaorð í menningini av Fantasy Rammen, og hetta sæst aftur í hvørjum smáluti í vøruúrvalinum. Rammurnar eru allar úr ektaðum træi og læsimekaniskurnar aftan eru allar úr stáli fyri at tryggja bestu góðsku. Øll hornini eru fest við vinkulstiftum og rammurnar eru málaðar við hágóðsku máling.
Tó er tað ikki bert góðskan, sum er lyklaorð hjá Fantasy Rammen. Hædd verður eisini tikin fyri umhvørvinum og burðardygd. Tí eru rammurnar sjálvsagt bert úr træi og ikki úr eftirgjørdum tilfari, so sum úr plasti.