Indkøbskurv

Handlistreytir

Brúkari
Tú kanst skráseta teg sum brúkara á www.myndlist.fo og skipanin goymir upplýsingarnar. So sleppur tú undan at rita upplýsingarnar inn umaftur næstu ferð, tú keypir frá Myndlist.
Allir upplýsingar eru loyniligir fyri óviðkomandi.Um tú vilt strika brúkaran, sendir tú bert ein teldupost til info@myndlist.fo, og brúkarin verður strikaður.
Tað ber til at keypa, hóast tú ikki skrásetir teg sum brúkara. Upplýsingar um navn og teldupost skulu latast, men verða ikki goymdir.

Gjaldshættir
Tú kanst at gjalda við Dankort/VISA-Dankort, Master Card og Euro Card.
Allir kostnaðir eru í DKK og eru íroknaðir mvg. Gjaldsskipanin hjá Epay er soleiðis háttað, at óviðkomandi ikki hava møguleika at lesa tínar kortupplýsingar ella aðrar viðbreknar upplýsingar, tá ið goldið verður.
Bíleggingarváttan verður send, tá ið keypið er framt. Gjaldið verður tikið av tínari konto, tá ið vøran verður send.

Útbering
Vørur, ið eru á goymslu, verða koyrdar út eftir 1-3 døgum.

Kostnaður
Kostnaðurin fyri útbering er kr. 39,-* um alt landið. Við keypi yvir kr. 699,- er útberingin ókeypis. *Samlað vekt undir 30 kg.

Endurgjaldskrav (reklamation)
Um brek eru á einari vøru, tú hevur keypt, skalt tú beinanvegin vendab tær til Myndlist og fáa nærri kunning um, hvussu farast skal fram.
Endurgjaldskrøv kunnu ikki fevna um vørur, sum eru illa viðfarnar, brúktar ella hava tikið skaða orsakað skeivari handfaring.
Í samband við endurgjaldskrøv á vørum, tú hevur keypt, rindar tú einans fyri uppruna­veitingina av vøruni.

Iðranarfreist
Tú hevur 14 dagar iðranarfreist, roknað frá keyp av vøruni. Um tú vilt nýta hendan møguleika, skalt tú einans senda vøruna aftur til Myndlist ella koma inn á gólvið við vøruni og pengarnir verða fluttir aftur á tína kontu. Kvittan skal latast inn saman við vøruni.
Talan kann vera um, at fult endurgjald ikki verður útgoldið, um manglar eru í vøruni ella um brúk ella líknandi hevur ført virðisminking við
sær. Tú rindar sjálvur fyri kostnaðin, ið stendst av at senda vøruna
aftur.
Iðranarrætturin krevur, at vøran er í upprunastandi, og tú skalt senda ein teldupost til info@myndlist og upplýsa um aftursendingina.
Tú skalt gera vart við, at iðranarrætturin ynskist brúktur. Avtala kann gerast við Myndlist um at lata vøruna inn sjálvur.

Viðmerkingar og klagur
Um skeivt er, má sigast frá innan 14 dagar eftir keyp av vøruni. Vit í Myndlist vilja geva tær eina góða uppliving, tá tú keypir frá
okkum. Vit vilja tí gjarna hava afturmeldingar, um tú sum kundi er nøgdur ella
ónøgdur.

Viðmerkingar og klagur kunnu sendast til info@myndlist.fo."