Indkøbskurv
GALLARÍ Á Gallarínum í Myndlist finnur tú eina fjølbroytta og skiftandi framsýning av listaverkum eftir kendum føroyskum listafólki. Vit eru tilvitað um góðsku og dygd á listini og tilskila okkum rætt til at velja ímillum tað, sum verður sýnt fram. Vit bjóða okkum til at prísmeta og taka okkum av sølu av listarverkum frá privatum og stovnum. Eisini er pláss fyri listarligum spírum í Gallarínum. Á gestavegginum er møguleiki fyri at sýna fram egin listaverk. Um áhugi er fyri hesum, ber til at venda sær til Myndlist og hoyra nærri á myndlist@myndlist.fo ella á tel. 259505. Kom inn og uppliv Gallaríið í Myndlist á Niels Finsens Gøtu 16 - vit bjóða altíð ein nýmalnan kaffimunn.