TEKNISKEIÐ Í MYNDLIST

Nær: 9. juli 2020, kl. 19.00-22.00
Hvar: Myndlist, Niels Finsens Gøta 16, Tórshavn
Hvør: undirvísari er Pernille Mejslov
GG: SKEIÐIÐ ER FULT TEKNAÐ

Enn eru nøkur pláss eftir til tekniskeiðið í Myndlist, sum verður 9. juli. Skeiðið er fyri vaksin – byrjarar, vand og yrkislistafólk kunnu luttaka.

Vit kunnu tekna okkum sjálvi, hvønn annan ella eitt eygnabrá, vit finna uppá. Vit fáa íblástur úr mátanum, sum egyptar og listafólk í renessansuni teknaðu vangamyndir.

Hvussu hava bæði vangamyndirnar og ­ ­eygnabráini verið brúkt í listasøguni? Hvussu bera føroysk listafólk fram sína list? Hvussu teknar man t.d. eina vangamynd av einum barni í mun til eina vangamynd av einum vaksnum persóni?

Kvøldið verður samansett av stuttum framløgum og í praktiskari tekning. Pernille vísir egnar arbeiðshættir og royndir, hon hevur havt í gjøgnum eitt lív sum teknari. Hon vísir á, hvat man kann tekna við og tekna á. Pernille kunnar eisini um teir teknikkir, sum vóru við til at menna kynstrini hjá listafólkunum í gjøgnum listasøguna og sum vit nýta enn í dag.

Luttøkugjald er kr. 600,- fyri hvønn. Í minsta lagi 6 luttakarar og í mesta lagi 8 luttakarar. "Først til mølle". Íroknað prísinum er undirvísing, tilfar til venjingarnar, okkurt drekkandi og ábit í steðginum. Ver í hóskandi arbeiðsklæðum.

Fyrimunur er at samanseta skeiðið við grafikk- skeiðið, men tey kunnu eisini takast hvør sær.

Til ber at tekna seg til skeiðið við at ringja til Myndlist á tel. 259505.

Um Pernille Mejslov

Pernille Mejslov er listamálari og teknari, búsitandi í Tórshavn. Hon hevur tilknýti til Føroya Fólkaháskúla í tekning og myndlist og lesur í løtuni fjarlestur sum bachelor í listavísindi í Sødertørn, Stokkholm. Pernille er limur í BKF (Billedkunstnerens Forbund) og í Danske Grafikere. Hennara dugnaskapur innan tekning er sprottin úr undirvísing í fólkaháskúlanum í Leksand og Bild och Form Í Stokkholm í 80´unum við sergrein í rørslu. Pernille hevur millum annað eisini teknað fyri Dimmalætting og havt framsýning ymsastaðni í norðurlondum, suðurevropa og í Japan.