TEKNISKEIÐ ÚTSETT

Vegna tilmæli frá landsins myndugleikum um at minka vandan fyri COVID-19 smittu hava vit valt fyribils at útseta tekni skeiðið, sum skuldi verða 2. apríl 2020. Tey, ið hava tilmeldað seg skeiðið, fáa nærri kunning sendandi við telduposti. Lýst verður á heimasíðuni, tá avgerð er tikin um, nær skeiðið verður.
Kunning um skeiðið:
Evnið á tekni skeiðnum er "vangamyndin og eygnabráið". Pernille Mejslov er undirvísari og hon greiðir soleiðis frá skeiðnum:
"Vit kunnu tekna okkum sjálvi, hvønn annan ella eitt eygnabrá, vit finna uppá.
Vit fáa íblástur úr mátanum, sum egyptar og listafólk í renessansuni teknaðu vangamyndir.
Hvussu hava bæði vangamyndirnar og ­­eygnabráini verið brúkt í listasøguni? Hvussu bera føroysk listafólk fram sína list?
Hvussu teknar man t.d. eina vangamynd av einum barni í mun til eina vangamynd av einum vaksnum persóni?"

Kvøldið verður samansett av stuttum framløgum og í praktiskari tekning. Pernille vísir egnar arbeiðshættir og royndir, hon hevur havt í gjøgnum eitt lív sum teknari. Hon vísir á, hvat man kann tekna við og tekna á. Pernille kunnar eisini um teir teknikkir, sum vóru við til at menna kynstrini hjá listafólkunum í gjøgnum listasøguna og sum vit nýta enn í dag.

Luttøkugjald er kr. 600,- fyri hvønn.
Í minsta lagi 6 luttakarar og í mesta lagi 10 luttakarar. "Først til mølle".
Íroknað prísinum er undirvísing, tilfar til venjingarnar, okkurt drekkandi og ábit í steðginum. Ver í hóskandi arbeiðsklæðum.

Fyrimunur er at samanseta skeiðið við grafikk- skeiðið, men tey kunnu eisini takast hvør sær.