OPIÐ SUM VANLIGT

Eftir eitt langt tíðarskeið við øðrvísi upplatingartíðum vegna COVID-19 støðuna, hava vit nú aftur opið sum vanligt.
Vit arbeiða framvegis í tryggari fjarðstøðu og fylgja tilmælunum frá myndugleikunum.
Handilsdiskurin er fluttur upp á pláss aftur, so viðskiftafólkini aftur kunnu ganga runt í handlinum. Øll viðskiftafólk verða framvegis biðin um at spritta hendur við inngongdina, eins og vit framvegis viðmæla at brúka gjaldskort í staðin fyri reiðan pening.

Vit vilja hervið nýta høvið at takka øllum okkara viðskiftafólkum so hjartaliga fyri at hava stuðlað okkum so væl í hesi avbjóðandi tíð. Vit hava framvegis úr at gera og nógv nýggj vøra er á veg út á hyllarnar.

Opið er:
Mán.-hós. 10.00-17.30
Frí. 10.00-18.00
Ley. 10.00-16.00

Tú finnur okkum eisini á Instagram: myndlistfo. Nethandilin er opin alt samdøgrið og ókeypis veiting er allan mai 2020.
Hevur tú ein fyrispurning um eitt hvørt, ert tú vælkomin at skriva til okkum á okkara Facebook síðu ella ringja á tel. 259505.