MYNDLIST KALENDARIN 2021

Myndlist kalendarin 2021 er fyrsti kalendari, sum Myndlist gevur út. Kalendarin verður útgivin fyri at stuðla einum góðum endamáli innan føroyska lista­heimin. 
Á sumri 2020 skipaði Myndlist fyri kalendarakapping, har øll, sum høvdu tilknýti til Føroyar, kundu lata inn listaverk til kalendarakappingina. Evnið í kappingini var „samanhald“ og inn komu yvir 60 uppskot.

12 hepnir vinnarar fingu hvør sítt listaverk við í Myndlist kalendaran 2021 umframt á plakatir, sum eru prentaðar í avmarkaðari nøgd.
Í dómsnevndini vóru Bárður Dahl Christiansen, listafólk, Torbjørn Olsen, listafólk og Karina Lykke Grand, stjóri í Listasavni Føroya.

STUÐLA FØROYSKU LISTINI

Myndlist stuðlar Listasavni Føroya við at lata helvtina av allari inntøku frá Myndlist kalendaranum og plakatunum fyri 2021 til vælgerandi endamál innan m.a. føroysku listina og hølis­viðurskiftini.
Um gongst sum ætlað, verður Myndlist kalendara­kappingin endurtikin í 2021, har øll við tilknýti til Føroyar hava møguleika at fáa sítt listaverk við í Myndlist kalendaran 2022 og harvið stuðla einum góðum enda­máli.
Við vón um góða undirtøku, takka vit í Myndlist hjartaliga øllum, sum hava luttikið í kalendarakappingini 2021.
Myndlist kalendarin og plakatirnar fáast til keyps í Myndlist og her á www.myndlist.fo.

https://myndlist.fo/myndlist-kalendarin-2021.html