Myndlist kalendari

Sum liður í átakinum um at stuðla føroysku listini, gevur Myndlist út ein kalendara fyri árið 2021. Í hesum sambandi skipar Myndlist fyri kalendara­kapping, har 12 heppin listafólk fáa sítt listaverk við í Myndlist kalendaran. Kappingin leggur upp til, at øll ágrýtin listafólk kunnu senda inn eitt - ella fleiri - uppskot av síni list til kalendaran.
Myndlist kalendarin er ein liður í at sýna fram føroyska list og vísa á, hvat rørir seg innan listarliga pallin í Føroyum. Kalendarin er snøggur, úr góðsku pappíri og við einum listaverki fyri hvønn mánaða. Sostatt verða heili 12 ymisk listaverk útvald. Hesi listaverkini verða eisini prentað sum plakatir í avmarkaðari nøgd og verða til sølu í Myndlist og á www.myndlist.fo eftir kappingina.

Evni

Evnið til hesa kappingina er „samanhald“. Lista­fólkini koma sostatt at sýna fram teirra tulking av evninum. „Samanhald“ er eitt breitt hugtak, sum kann lýsast frá nógvum ymiskum sjónarhornum. Vit eru spent at síggja ymsu tulkingarnar av evninum, sum í stóran mun hevur verið við til at mynda samfelagið í 2020 - tó á ein heldur øðrvísi hátt enn vanligt.

Stuðla einum góðum endamáli

Eitt hjartamál hjá Myndlist hevur frá byrjan verið at stuðlað føroysku listini. Hetta fevnir bæði um viðurkend føroysk listafólk og listafólk, ið eru nýggj á føroyska listapallinum. Øll hava møguleika at verða við í kappingini og dentur verður lagdur á millum annað góðsku og tulking, tá dómsnevndin velur listaverkini hjá hepnu vinnararunum.
Í ár hevur Myndlist valt at stuðla Listasavni Føroya, soleiðis at 50% av yvirskotinum av Myndlist kalendara­num 2021 og plakatunum fer til Listasavnið.

Vinningur

Umframt heiðurin at fáa sítt listaverk í Myndlist kalendaran og sum søluplakat, fáa vinnararnir eitt gávukort frá Myndlist áljóðandi kr. 1.000, fýra eintøk av kalendaranum og 10 plakatir av sínum listaverki í vinningi.

Dómsnevnd

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya og listamenninir Tórbjørn Olsen og Bárður Dal Christiansen, eisini kendur sum Bárður DC, fara at taka avgerð um, hvørji 12 listaverk fáa heiðurin koma við í Myndlist kalendaran 2021.

Freist og treytir

Freistin fyri at lata inn uppskot til Myndlist kalendaran 2021 er flutt til leygardagin 1. august 2020 á midnátt. Einastu treytir eru, at listafólkið hevur tilknýti til Føroyar og at listaverkið er gjørt heilt ella partvís úr listavørum og við amboðum, sum Myndlist umboðar.
Mynd av listaverki skal sendast til:
kapping@myndlist.fo og upplýsast skal:
navn, bústaður, telefonnummar og teldupostur hjá luttakaranum og stutt frágreiðing um royndir og møguliga útbúgving innan list. Harumfarmt skal heitið og støddin á listaverkinum og hvørjum tilfari listaverkið er gjørt úr eisini viðmerkjast. Og at enda ein grundgeving fyri, hvussu evnið „samanhald“ verður tulkað í listaverkinum.
GG! Mynd av listaverki skal ikki sendast við "Post Comments" niðanfyri, men sendast beinleiðis við telduposti til kapping@myndlist.fo.