GRAFIKKSKEIÐ Í MYNDLIST

Nær: 23. juli 2020, kl. 19.00-22.00
Hvar: Myndlist, Niels Finsens Gøta 16, Tórshavn
Hvør: undirvísari er Pernille Mejslov
GG: SKEIÐIÐ ER FULT TEKNAÐ

Skeiðið er fyri vaksin – byrjarar, vand og yrkislistafólk kunnu luttaka.

Við monotypi innan grafikk skulu vit sjálvi tekna okkum fram til eygnabrá og vangamyndir av øðrum og av okkum sjálvum – og síðani hondprenta tað.
Tú verður vegleidd/ur innan dýpd og symbolir í vangamyndini og vit fara at síggja hvussu luftperspektivið, sum da Vinci defineraði, kann skapa dynamikk og frásøgn í tínum listasniði.
Hvussu hava bæði vangamyndin og eygnabráið verðið nýtt í listasøguni? Hvussu hava føroysk listafólk skapað vangamyndir av øðrum og av sær sjálvum í gjøgnum grafikkin? Hvat kann ein vangamynd ímynda?

Kvøldið verður samansett av stuttum framløgum og praktiskum arbeiði.
Kr. 600,- fyri hvønn. Í minsta lagi 6 luttakarar og í mesta lagi 8 luttakarar. "Først til mølle".
Íroknað prísinum er undirvísing, tilfar til venjingarnar, okkurt drekkandi og ábit í steðginum.
Tak egið pappír við ella keyp á staðnum og ver í hóskandi arbeiðsklæðum.

Fyrimunur er at samanseta skeiðið við tekniskeiðið, men tey kunnu eisini takast hvør sær.

Til ber at tekna seg til skeiðið við at ringja til Myndlist á tel. 259505.

Um Pernille Mejslov

Pernille Mejslov er listamálari og teknari, búsitandi í Tórshavn. Hon hevur tilknýti til Føroya Fólkaháskúla í tekning og myndlist og lesur í løtuni fjarlestur sum bachelor í listavísindi í Sødertørn, Stokkholm. Pernille er limur í BKF (Billedkunstnerens Forbund) og í Danske Grafikere. Hennara dugnaskapur innan tekning er sprottin úr undirvísing í fólkaháskúlanum í Leksand og Bild och Form Í Stokkholm í 80´unum við sergrein í rørslu. Pernille hevur millum annað eisini teknað fyri Dimmalætting og havt framsýning ymsastaðni í norðurlondum, suðurevropa og í Japan.