Leygardagin 11. juli kl. 13 letur nýggj framsýning upp í Myndlist. Listafólkið hesuferð er Kolbrún í Haraldsstovu. Kolbrún arbeiður í løtuni við vatnlitum og letur lívfrøðiligu útbúgving sína seta dám á verkini. Eygleiðingar ígjøgnum sjóneyka hava hugvakt tær myndir ið vera sýndar framm á hesum sinni.
Leskiligt ábit frá breyðvirkinum verður at fáa og øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin hongur uppi til og við 24. juli.
Til ber at síggja og keypa myndirnar í okkara upplatingartíðum gerandisdagar kl. 10-17.30/18.00 og leygardag kl. 10.00-16.00. Vinaliga havið í huga at halda frástøðu í gallaríinum og sprittið hendurnar.