Leygardagin 23. mai kl. 10.00 letur nýggj framsýning upp í Myndlist. Listafólkið hesuferð er Jana Jonhardsdóttir. Jana sýnir fram samtíðarlist við útgangsstøði í umhvørvinum. Les meira um listina hjá Janu á jonhardsdottir.com. Framsýningin hongur uppi til og við 15. juni.

Hóast vit ikki hava fernisering vegna korona støðuna, so bjóða vit øllum hjartaliga vælkomnum – og vit bjóða sjálvandi altíð ein góðan kaffimunn. Til ber at síggja og keypa myndirnar í okkara vanligu upplatingartíðum.
Vinaliga havið í huga at halda frástøðu í gallaríinum og sprittið hendurnar.