BROYTTAR UPPLATINGARTÍÐIR


Vegna tilmæli frá landsins myndugleikum um at minka vandan fyri COVID-19 smittu, hava vit frá 30. mars fyribils opið mán.-frí. kl. 13.00-17.00 – og taka atlit til korona smittuna.
Vit taka korona smittuvandan í størsta álvara, men ynskja samstundis at verða við til at halda samfelagshjólunum ígongd:
– Vit arbeiða í tryggari fjarðstøðu og spritta hendurnar áðrenn og aftan á hvørt kundasamskifti.
– Vit eru bert til arbeiðis í handlinum, um vit eru væl fyri og ikki merkja nøkur sjúkueyðkenni.
– Allir ordrar verða sprittaðir áðrenn avheintan.
– Øll viðskiftafólk verða vinarliga biðin um at spritta hendur við inngongdina.
– Handilsdiskurin er fluttur, so viðskiftafólkini ikki ganga runt í handlinum, men bert hava atgongd til Gallaríið og fáa vøruna við diskin.
– Vit taka bert ímóti gjaldskorti – ikki ímóti reiðum peningi.

Tú finnur okkum eisini á nýggja nethandlinum www.myndlist.fo og á Instagram myndlistfo. Nethandilin er opin alt samdøgrið og ókeypis veiting er allan apríl 2020.