Fotoprent

Fá tínar myndir prentaðar í bestu góðsku.
Nú kanst tú eisini fáa myndirnar innrammaðar í standard rammur!
Prentingin tekur upp til 5 gerandisdagar.

(max file size 128 MB)

Eg vátti, at eg eigi myndina ella havi loyvi frá rættindahavaranum at prenta hana. Hetta er eisini galdandi fyri myndir av internetinum.

Eg havi ábyrgdina av, at myndin er prentklár, í røttum máti og nóg góðari góðsku. Myndlist prentar myndina, sum hon verður latin inn, og ábyrgdist ikki fyri feilum, so sum myndaskering, lágari upploysn ella litmuni millum skerm og prent.

Ynskist tillaging ella myndaviðgerð, skal hetta veljast serstakt og verður eyka gjald lagt afturat.

Myndaviðgerð

Tá ið vit hava móttikið tína bílegging um myndaviðgerð, kanna vit myndina fyri at tryggja, at góðskan og støddin eru í lagi. Eru ivamál, seta vit okkum í samband við teg sum skjótast.

Tá ið myndin er liðugt viðgjørd, senda vit tær hana til góðkenningar á teldupostbústaðin, sum tú hevur upplýst í bíleggingini.

Lýsing

Fotoprent verður prentað á hesi sløg av pappíri:
Canon 6063B Satin Photo Paper 240 g/m2
Canon 7215A Matte Coated Paper 180 g/m2

Soleiðis bíleggur tú standard rammu:
1. Bílegg fotoprent
2. Undir “Viðmerkingar til bíleggingina” skrivar tú hvat rammuslag, -lit og -stødd, sum tú ynskir
3. Viðmerk, um vit skulu ramma inn fyri teg
4. Tú fært eini sms boð, tá klárt er at heinta
Prentingin tekur upp til 5 gerandisdagar. Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum, ídnaðarfrítíð og tá talan er um stórar ella øðrvísi bíleggingar.
Kann heintast í Myndlist, hoyvíksvegur 63, Tórshavn.

Fyrispurningar verða svaraðir á info@myndlist.fo

Meiri kunning

Stødd

(A5) 14,8×21, (A4) 21×29.7, (A3) 29.7×42, (A2) 42×59,4, (A1) 59,4×84,1, (50×70) 50×70, (70×100) 70×100

Slag av pappír

,